0-2 fínt úrslit- men ein avbjóðing at spæla kl 10

0-2 fínt úrslit- men ein avbjóðing at spæla kl 10
sigur Katrina Akursmørk liðskipari hjá U-19 landsliðnum hjá kvinnum, sum í morgun tapti fyri Íslandi á Tórsvølli
 
22.04.2014 - 12:14

Í døgunum 22-24 apríl er ein vinar mini kapping í Føroyum. UEFA skipar fyri kappingini, sum ikki bert er í Føroyum, men í kappingini sum FSF skipar fyri luttaka Føroyar,Skotland og Ísland.

Fyrsti dystur varð spældur í morgun kl 10, tá Føroyar og Ísland spældu.
Ísland vann dystin við tveimum málum í móti ongum. 

Málsjúttar:

0-1 Hulda Hrund Arnarsdóttir 34 min
0-2 Esther Ros Arnarsdóttir 50 min

 

Á pappírinum var mótstøðan góð:

Eg veit at A-landsliðið hjá íslandi er sera gott, so tí vistu vit at mótstøðan fór at vera góð. 
Men vit vóru eitt sindur ovfarnar av at vit høvdu bóltin so nógv. 
 

Til tíðir var gott spæl at síggja, segði Katrina Akursmørk liðskipari hjá føroyska landsliðnum. 
Hon var nøgd við úrslitið, men segði at tær skuldu fáa meira burturúr møguleikunum framman fyri málið hjá mótstøðuliðnum. 

Ein avbjóðing at spæla kl 10:

Eg haldi tað er undarligt at vit skulu spæla so tíðliga. Tað er ein avbjóðing, tí at mannagongdin skal broytast viðvíkjandi mati og svøvni. Vit mugu bara venja okkum við hetta sigur hon við einum smíli.

Eg veit um fleiri áskoðarar sum høvdu komu til dystin um hann var eftir arbeiðstíð. 
Men tó stuttligt at síggja at fólk komu úr skúlum og stovnum fyri at síggja dystin, segði Katrina Akursmørk at enda eftir dystin. 

 

Føroyska liðið sum byrjaði: 

Lea Reginsdótti (M), Hildur Egilsdóttir, Katrina Akursmørk (L), Milja Simonsen, Kára Jarnskor, Ásla Johannesen, Rúna Jacobsen, Margunn Lindholm, Silja Johannesen, Arnborg Lervig og Jensa Olsen.

 

Í morgin kl 10 spæla Ísland og Skotland, og hósdagin kl 10 spæla Føroyar og Skotland

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vøll.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763