Dátueftirlitið upp í málið um landsroyndina

Dátueftirlitið upp í málið um landsroyndina
Eftirlitið vil hava at vita, um persónsupplýsingar verða goymdar á servara í Kanada, sum Mentamálaráðið brúkar
Dátueftirlitið vil hava at vita, um persónsupplýsingar um næmingar í landsroyndini eru endaðar á einum servara í Kanada
 
06.05.2014 - 12:47

Dátureftirlitið vil hava at vita frá Mentamálaráðnum, um persónsupplýsingar hjá føroyskum fólkaskúlanæmingum, sum eru við í landsroyndunum, verða goymdar á einum servara í Kanada, og um tær verða viðgjørdar sambært føroysku persónsupplýsingarlógini.Dátueftirlitið sendi bræv um hetta til Mentamálaráðið, tá Dátueftirlitið, um fjølmiðlarnar, frætti, at Mentamálaráðið nýtir ein servara í Kanada. 

 

Dátueftirlitið heitir á Mentamálaráðið um at koma við eini frágreiðing um, hvørt persónsupplýsingar hjá fólkaskúlanæmingum verða goymdar í Kanada, og um so er, hvør viðgerðin er av hesum persónsupplýsingum er. Dátueftirlitið vil vita, hvørjar persónsupplýsingar talan er um, hvørjar upplýsingar verða fluttar av landinum, og hvussu hesin flutningur fer fram.

Viðkvæmar upplýsingar

Persónsupplýsingar eru, sambært persónsupplýsingarlógini, einhvør upplýsing og meting, knýtt at einum ávísum likamligum persóni. Lógin fevnir eisini um viðkvæmar upplýsingar, og til tær setur lógin serlig krøv. 

Dátueftirlitið vísirr á, at Mentamálaráðið er dátuábyrgdari av persónsupplýsingunum hjá føroysku fólkaskúlanæmingunum, ið eru við í landsroyndunum. Ráðið hevur tí skyldu til at lúka krøv og ásetingar í føroysku persónsupplýsingarlógini, og Mentamálaráðið hevur sostatt eisini ábyrgdina av, at dátuviðgerar, sum viðgera persónsupplýsingar vegna Mentamálaráðið, lúka krøvini í føroysku persónsupplýsingarlóggávuni. 

Svara í morgin

Mentamálaráðið skal svara Dátueftirlitinum í seinasta lagi í morgin. Mentamálaráðið sigur, at tað arbeiðir við svarinum, og fer at svara Dátueftirlitinum í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938