- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nevningarnir taka nú støðu
Skal 18 ára gamli maðurin úr Hvannasundi dømast fyri drápsroynd, ella skal hann dømast fyri ógvusligan harðskap?
Tað sita teir 12 nevningarnir nú og tosa um - votera - sum tað eitur á fakmáli. Tá rætturin varð settur klokkan gott níggju í morgun, tók dómarin, ella rættarformaðurin saman um málið. Hann hevði viðmerkingar til gongdina út frá teimum prógvum, sum eru løgd fram, og teimum frágreiðingum, sum eru givnar í rættinum.
Og hann legði nevningunum eina við, at teir bert kunnu byggja sína avgerð á tað, sum teir hava hoyrt í rættinum, og ikki aðrastaðni. Og avgerðina um skuldarspurningin eiga nevningarnir.
Ja ella nei
Nevningarnir skulu svara 11 spurningum.
Í sjey av teimum skal bara svarast ja ella nei. Men tá talan er um ógvusligasta partin - tað, sum hendi í teimum báðum húsunum í Norðdepli sunnumorgunin 14. juli í fjør, eru eisini undirspurningar.
Tað er í teimum spurninginum, tey skulu svara, um maðurin er sekur í drápsroynd ella ikki. Og er hann ikki tað, so er spurningurin, um talan ístaðin var um ógvusligan harðskap.Tað hevur stóran týdning fyri tann ákærda, um hann verður funnin sekur í drápsroynd, ella í ógvusligum harðskapi, tí stórur munur er á revsingini.
Tí vil rættarformaðurin eisini hava nevningarnar at taka støðu til, um talan er um so ógvusligan harðskap, at revsingin skal hækkast. Eftir greinini um ógvusligan harðskap, er revsingin upp í seks ára fongsul. Men rættarformaðurin vil hava nevningarnar at taka støðu til, um revsingin kann hækka við helvtini, ella upp í níggju ára fongsul.
Rættarformaðurin hjálpir
Rættarformaðurin boðaði nevningunum frá, at um tey eru í iva, kann hann vera teimum til hjálpar. Annars er tað formaðurin fyri nevningarnar, sum stílar fyri tí, sum nú fer fram. Og hann skal atkvøða seinast.
Minst átta av teimum 12 nevningunum skulu vera samdir. Teir skulu ikki grundgeva fyri svarinum. Tá liðugt er, skal avgerðin undirskrivast av formanninum og tveimum vitnum, sum formaðurin velur. Avgerðin hjá nevningunum er loynilig og einki má sigast nøkrum um tað, fingu nevningarnir at vita.
Tá nevningarnir hava avgjørt skuldarspurningin, verður revsingin ásett. Tað ger dómarin ella rættarformaðurin saman við nevningunum, og tá hevur hann líka stórt vald sum nevningarnir.