Ikki nógvir vindskaðar

Ikki nógvir vindskaðar
Hóast nógvan vind og ringt veður, hevur politiið ikki fingið nakra fráboðan um álvarsligar skaðar í nátt.
 
16.11.2024 - 11:04

Kortini fekk politiið frá klokkan níggju í gjáramorgunin til klokkan sjey í gjárkvøldið tilsamans 11 fráboðanir av ymsum slagi og ymsastaðni í landinum.

- Fleiri snúðu seg um, at fólk stúrdu fyri, at ymiskt kundi fara í vindinum, so tey vildu tryggja seg, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Politiið ber í hvørjum einstøkum føri avvarðandi bjargingarliði boðini, og so verður fólk sent at kanna umstøðurnar.

Hálka kom óvart á
Í gjárkvøldið kom kavin heldur brádliga og tað bleiv øgiliga hált, men kortini kom bara ein fráboðan um ferðsluóhapp.

Tað var um 10-tíðina, tá ið ein bilur fór á glið í svinginum við Djúpagilsvegin og út á Vegin langa í Hoyvík og rendi á ein annan.

- Báðir bilarnir vóru væl skøddir, men har var ikki standandi á beinunum, so hált var tað, sigur vakthavandi í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392