Snýt: Bókhaldari fekk boð frá stjóranum um at flyta pengar

Snýt: Bókhaldari fekk boð frá stjóranum um at flyta pengar
Telduposturin var ikki frá stjóranum, men frá einum, sum ætlaði at snýta
Politiið fær nógvar fráboðanir um snýt.
 
22.11.2024 - 08:28

Í gjár fekk politiið enn eina fráboðan um snýt ella roynd at snýta í telduni.

Bókhaldarin hjá einum virki í Havn fekk teldupost frá stjóranum um flyta sum skjótast 9.700 evrur, góðar 72.300 krónur.

Men bókhaldarin flutti ikki pengarnar, tí telduposturin var ikki frá stjóranum, men frá einum, sum ætlaði at snýta, kom bókhaldarin eftir.

Politiið fær nógvar fráboðanir um slíkt.

Summi flyta ikki pengar, sum tey vera biðin um, men so eru nøkur, sum gera tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602