Meiriluti fyri at samkynd kunnu giftast

Meiriluti fyri at samkynd kunnu giftast
62 prosent av føroyingum siga seg vera fyri, at samkynd fáa somu rættindi sum aðrir føroyingar at giftast borgarliga
Ein meiriluti av føroyingum siga seg vera fyri, at samkynd fáa somu rættindi sum aðrir føroyingar at giftast borgarliga
 
09.05.2014 - 13:17

<p>Tað er høvuðsniðurstøðan og úrslitið av kanning, ið felagið Lóður hevur gjørt fyri Sosialin, og sum verður kunngjørd í dagsins blaði hjá Miðlahúsinum.</p>

<p>28 prosent siga seg vera beinleiðis ímóti og 10 prosent av teimum spurdu søgdu seg ikki vita, um tey vóru fyri ella ímóti, at samkynd fáa somu rættindi sum onnur at gifta seg borgarligt, tað vil siga á ráðhúsum ella á sýsluskrivstovum og ikki í kirkjum.</p>

<p>Sambært kanningini er ein meiriluti fyri í øllum aldursbólkum, og ikki einans millum ung. Eisini millum tey 60 til 75 ára gomlu, eru 52 prosent av teimum spurdu fyri, at menn og menn og kvinnur og kvinnur fáa møguleika at gifta seg borgarligt, hvør við øðrum.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. februar
Dansival - Gestur er Hilmar Joensen
204002
Týsdag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
203980
Týsdag 10. februar
Morgunlestur týsdagur 10.februar 2026
203857
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882