Útlendsk arbeiðsmegi: Markið farið upp í 6 prosent

Útlendsk arbeiðsmegi: Markið farið upp í 6 prosent
Arbeiðsmegi úr ES-londum kann nú koma til Føroya, um arbeiðsloysið er undir seks prosent
 
10.05.2014 - 10:40

Útlendingalógin varð upprunaliga sett í gildi 1. juli 2008. Sambært lógini slapp øll arbeiðsmegi úr ES-londum til Føroya, um so var, at arbeiðsloysið í Føroyum var undir 3,5 %. Seinast í 2009 kom arbeiðsloysisprosentið upp um 3,5, og síðan hevur proppur verið í skipanin.

Broytingin í útlendingalógini, sum løgtingið samtykti í gjár, hevur við sær, at arbeiðsmegi úr ES-londum frameftir kann koma til Føroya, meðan arbeiðsloysisprosentið er lægri enn 6. Markið er so statt farið úr 3,5 upp í 6 prosent.

Eftir lógarbroytingina kunnu donsku útlendingamyndugleikarnir undangóðkenna føroyskar arbeiðsgevarar at seta faklærd arbeiðsfólk úr ES-londum í starv. Hetta merkir sambært tulking hjá vinnumálaráðnum, at arbeiðstakarar kunnu lata fremmandu arbeiðsfólkini sleppa til verka, meðan arbeiðs- og uppihaldsloyvini verða málsviðgjørd, og ikki sum higartil, at arbeiðstakarar hava verið noyddir at bíða eftir formligum loyvum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659