Føroyar smurdu Aserbadjan av

Føroyar smurdu Aserbadjan av
Føroyar vunnu stórsigur á Aserbadjan í fyrsta dystinum í IHF Trophy kappingini
Mynd: Ári Rouch  
 
21.05.2014 - 19:07

Munurin á Føroyum og Aserbadjan var stórur í dystinum í kvøld. Føroyar vunnu heili 43-12. Hálvleiksstøðan var 17-5.

Aserbadjanska liðið var veikt fysiskt og megnaði lítið móti einari góðari føroyskari verju. 

Føroyska liðið spældi rímuliga disiplinerað, hóast sigurin tíðliga var greiður. Verjan hevði tol og spælt var skjótt frameftir. Nógv mál komu við skjótálopum.

Vit fáa sterkari mótstøðu seinni í kappingini, og tí brúka vit hendan dystin til at royna ymiskar taktikkir, sum vit fáa brúk fyri seinni í kappingini, segði Birgir Hansen, venjari, aftan á dystin.

 

Málskjúttar:

Helgi Hoydal, 10

Áki Egilsnes, 9

Rói Berg Hansen, 7

Allan Norðberg, 5

Pætur Thomsen, 3

Kjartan Johansen, 3

Hilmar Leon Jakobsen, 2

Jónas G. Djurhuus, 2

Djóni V. Højgaard, 2

 

Í morgin spæla Føroyar ímóti Írlandi

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011