- Tíðindi, mentan og ítróttur
30 milliónir meira í kassan

Løgtingið samtykti mikudagin uppskotið hjá Fiskimálaráðnum um at hækka veiðigjaldið á makreli og norðhavssild ávikavist 25 og 15 oyru.
Veiðigjaldið er nú eina krónu fyri kilo av makreli og 50 oyru fyri kilo av norðhavssild.
Veiðigjaldið er tó ikki galdandi fyri heimaflotan.
Sambært Fiskimálaráðnum er ætlanin at forða fyri fíggjarligum avleiðingum fyri skipini, sum skulu rinda veiðigjaldið, við at fyriskipa fiskiskapin øðrvísi í ár.
Ikki verður sagt ítøkiliga í lógaruppskotinum, hvussu hetta skal gerast.
Men vinnulig virðisøking og lægri útreiðslustig verða nevnd. Aðalreglan verður størri smidleiki og fleksibilitetur, tá reiðaríini leggja raksturin til rættis.




























