Órógv í Vinstra kostar atkvøður

Órógv í Vinstra kostar atkvøður
Var val nú, hevði flokkurin fingið góð 21 prosent av atkvøðunum. Síðani í mai hevur Vinstri mist 6,6 prosent
Politiskir eygleiðarar ivast í, um Lars Løkke Rasmussen megnar at varðveita formanssessin eftir leiðslufundin í Vinstra í morgin
 
02.06.2014 - 08:34

Órógv í danska Vinstraflokkinum um formannin, Lars Løkke Rasmussen, hevur við sær, at flokkurin missir nógvar atkvøður.

Ein kanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau, vísir, at flokkurin fær sína næstminstu undirtøku, síðani Voxmeter fór at gera kanningar.

Vinstri hevði fingið 21,2 prosent av atkvøðunum, um val var nú, og bert einaferð fyrr hevur undirtøkan verið minni. Tað var í 2010, tá flokkurin stóð til at fáa 18,7 prosent av atkvøðunum. Síðani 4. mai hevur Vinstri mist 6,6 prosent av atkvøðunum.

Leiðslufundur í morgin

Í morgin verður leiðslufundur í Vinstra, og tá verður framtíðin hjá Lars Løkke Rasmussen sum formaður í Vinstra avgjørd. Undan fundinum hava 14 av teimum 98 kommunufeløgunum hjá flokkinum boðað frá, at Lars Løkke Rasmussen eigur at leggja frá sær.

Tosað verður eisini um, at fleiri fólkatingslimir arbeiða við at hava ein eyka landsfund, so nýggjur formaður kann veljast. Leggur Lars Løkke Rasmussen frá sær, so verður Kristian Jensen nýggjur formaður í Vinstra.

Leiðslufundurin í Vinstra verður í Odense í morgin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938