Sjónvarpið flutt í nýggj høli

Sjónvarpið flutt í nýggj høli
Hóskvøldið vórðu nýggju upptøkuhølini, ið sjónvarpið fer at brúka til nakrar av føroysku framleiðslunum, tikin í nýtslu
Nýggju upptøkuhølini hjá sjónvarpinum, ið eisini kunnu brúkast til eitt nú útvarpsframleiðslu, vórðu hóskvøldið tikin í nýtslu
Mynd: kvf.fo  
 
06.06.2014 - 11:47

Fyrsta sjónvarpssendingin, ið varð send beinleiðis úr nýggju sjónvarpsstovuni í Sortudíki, var sjónvarpstíðindasendingin, Dagur & vika, hóskvøldið.

Í framtíðini fara flestu føroysku sjónvarpssendingarnar hjá Kringvarpinum, ið verða gjørdar í húsinum, at verða framleiddar í nýggju upptøkuhølunum, ið áður bert hava verið brúkt til útvarpsframleiðslu.

Umframt Dag & viku, fer sjónvarpið eisini at framleiða eitt nú 3-2, Gekkin, kjak, vangamyndir og valsendingar. Í nýggju, umbygdu hølunum fer Kringvarpið eisini at kunna framleiða útvarpssendingar.

Sí fyrstu sendingina, ið varð framleidd í nýggju upptøkuhølunum, á slóðini her: Dagur & vika 5. juni 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290