Føroyar - Svøríki í útvarpinum

Føroyar - Svøríki í útvarpinum
Útvarpið sendir HM-undankappingardystin í fótbólti millum Føroyar og Svøríki beinleiðis í útvarpinum
Mynd: tshq.co  
 
19.06.2014 - 11:08

Í kvøld skal føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti spæla ímóti Svøríki. Dysturin byrjar klokkan 18.00, og útvarpið hevur beinleiðis frásøgn, tá tíðindini eru liðug.

Svøríki verður mett at vera ein av heimsins sterkastu tjóðum í kvinnufótbólti. Tær eru nummar fimm á FIFA-styrkislistanum.

Føroyar hava møtt Svøríki á útivølli í undankappingini. Svøríki vann 5-0 í oktober í fjør á Gamla Ullevi í Gøteborg.

Tórfør uppgáva

Føroyski málverjin, Randi Wardum, væntar, at hesin dysturin verður tórførur, og at hon fær nógv at gera í málinum

-  Eg ivist ikki í, at eg fái nógv at gera. Í Svøríki var eitt øgiligt trýst á okkum allan dystin. Tær høvdu nógvar kjansir, men tað ræður um hjá okkum at standa rætt.

-Eg haldi, at tær vóru nokk so diggutar seinast, og eg vænti, at tær verða meiri beinleiðis í sínum spæli hesaferð, sigur føroyski málverjin, Randi S. Wardum við fsf.fo.

Dysturin millum Føroyar og Svøríki verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 18:00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011