Jóan Símun Edmundsson til HB

Jóan Símun Edmundsson til HB
Landsliðsframherjin, Jóan Símun Edmundsson, er nú HB-ari
Jóan Símun Edmundsson saman við HB-venjaranum, Heðin Askham
Mynd: hb.fo  
 
24.06.2014 - 13:24

Jóan Símun Edmundsson spældi bara níggju dystir fyri AB, so var samstarvið teirra millum liðugt.

Toftamaðurin, sum hevur eina fortíð í Newcastle, skiftir í dag felag, og skal nú umboða HB. Sáttmálin er galdandi fyri tað sum er eftir av hesum kappingarárinum.

 

Einki stríð við AB

Kringvarpið hevur tosað við fólk, sum eru knýtt at AB-hópinum, og sum skilst so var stór ónøgd við atburðin hjá framherjanum, og tí var best fyri báðar partar, at hann skifti felag.

Men hesum vísir Jóan Símun Edmundsson sjálvur aftur:

Tá tað ikki gongur væl kann henda, at ein verður frustreraður, men eg havi als einki ilt at siga um AB, og eg hevði tað gott har, sigur Jóan Símun Edmundsson við Kringvarpið.

 

 

Kalt kríggj millum HB og B36

Grannarnir HB og B36 stríðast um FM-heitið, og fyri stuttum styrkti B36 seg við Odmari Færø, Rógva Poulsen og Adrian Cieslewichz.

Formaðurin í HB, Finnbogi Arge, viðgongur við skemtiligum tóna, at støðan minnir eitt sindur um Kalda Kríggið.

- B36 hevur styrkt sín hóp, og vit kunnu ikki bara standa hinumegin og hyggja at. Teirra styrkur er óbeinleiðis orsøk til at vit fóru eftir Jóan Símun Edmundsson, sigur formaðurin í HB við Kringvarpið.

 

Talan verður helst um kærkomnan styrk, tí HB hevur havt nógvar skaðar í álopspartinum í ár.

Jóan Símun Edmundsson spældi níggju dystir fyri AB í hesum kappingarárinum, og hann skoraði tvey mál.

Fríggjadagin skal HB spæla móti Víkingi í Gøtu, og tá verður Jóan Símun Edmundsson við í hópinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666