Atlantsflog aftur til Sharm el-Sheikh

Atlantsflog aftur til Sharm el-Sheikh
Atlantsflog fer nú aftur at flúgva fyri Atlantisrejser til Sharm el-Sheikh í Egyptalandi
 
07.07.2014 - 18:20

Danska uttanríkisráðið mælir ikki longur fólki frá at ferðast til Sharm el-Sheikh, og tí hevur Atlantis Rejser gjørt av, at Atlantic Airways aftur skal flúgva til Sharm el-Sheikh í Egyptalandi.

- Hetta hevur sum so ongan týdning fyri okkum, tí í tíðarskeiðinum, meðan tað hevur verið mælt fólki frá at flúgva til Sharm el-Sheikh, hevur Atlantsflog flogið til Hurghada fyri Atlantisrejser, sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantic Airways. 

Hurghada er eitt annað vælumtókt ferðamál í Egyptalandi.

- Vit hava flogið til Hurghada fyri Atlantis Rejser, og skjótt skifta vit so aftur til Sharm el-Sheikh. Beint nú broytir tað ikki nakað stórvegis hjá okkum, men tað hevur sjálvandi týdning fyri Atlantis Rejser, sigur Jørgen Holme, stjóri. 

- Avtalan millum Atlantic Airways og Atlantis Rejser er galdandi til apríl 2015, og vit leita áhaldandi eftir møguleikum, har vit kunnu brúka tann yvirkapasitet, sum vit hava, sigur stjórin í Atlantic Airways.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086