Leitaðu eftir fullum manni í báti

Leitaðu eftir fullum manni í báti
Um eitt-tíðina í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður, sum var ávirkaður av rúsdrekka, var farin við báti av Klaksvík
 
13.07.2014 - 09:59

Løgreglu-varðferðin (patruljan) í Norðurøkinum varð stødd við Brúnna í Sundalagnum, og ráðiligt var ikki at bíða eftir teimum.

Tí sendi løgreglan boð eftir bjargingarbátinum, Ziska, úr Klaksvík at leita eftir manni og báti, so at maðurin ikki kom sær í óføri.

Ziska fór alt fyri eitt at leita, og fann seinni bátin liggjandi við bryggju á einum av útoyggjunum, og maðurin var, eftir øllum at døma, komin upp á land.

Harðskapur í Havn

Seint í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður var sligin í andlitið uttanfyri eitt skeinkingarstað í Havn.

Vakthavandi á politistøðini í Havn, Hallgrímur Hansen, sigur, at maðurin varð skumpaður, datt og fekk skaða í høvdið av fallinum.

Ongar vitnisfrágreiðingar eru tó um, at maðurin skal verða sligin ella sparkaður í høvdið, soleiðis sum fráboðanin ljóðaði. Men talan er kortini um harðskapsmál, tí at skumpa er eisini harðskapur. 

Annars hevur løgreglan í Havn koyrt nøkur full fólk heim í nátt, verður sagt av politistøðini í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808