Enn ein lækni deyður av Ebola

Enn ein lækni deyður av Ebola
Vandamikla Ebola-virusið hevur aftur kostað einum leiðandi yvirlækna í vesturafrikanska landinum Sierra Leone lívið
Ein av leiðandi yvirlæknunum, ið stríðist við at basa Ebola-sjúkuni í Sierra Leone, er nú sjálvur deyður av virusinum (tilvildarlig savnsmynd)
Mynd: AP  
 
14.08.2014 - 18:10

<p>Talan er um 56 ára gamla Modupeh Cole, skrivar amerikanska blaðið <a href="http://www.nytimes.com/2014/08/14/world/africa/ebola-claims-another-sier... target="_blank">The New York Times</a>. Cole var sjálvur í viðgerð fyri virusið á eini læknamiðstøð, sum felagsskapurin læknar uttan landamørk standa á odda fyri.</p>

<p>Men viðgerðin var ikki nóg mikið til at bjarga lívinum hjá 56-ára gamla læknanum. Cole varð smittaður av Ebola, tá hann viðgjørdi ein sjúkling á sjúkrahúsi í høvuðsstaðnum í Sierra Lione, Freetown. Sjúklingurin hevði eisini fingið staðfest Ebola.</p>

<p>Heimsheilsustovnurin WHO ber ótta fyri, at Ebola-virusið nú fer at breiða seg til Kenya, har høvuðsstaðurin, Nairobi, er knútapunkt í flogferðsluni í Afrika. Tí verður stúrt fyri, at Ebola-virusið kann breiða seg enn skjótari.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871