Nú fer Sildberin í sigling

Nú fer Sildberin í sigling
Hátíðarhald verður í Skúvoy leygardagin
 
28.08.2014 - 14:14

Leygardagurin verður dagurin, sum skúvoyingar hava bíðað eftir í alt summar.

Tá fer nýggi Sildberin at sigla millum Skúvoynna og Sand. Og tí verður hátíðarhald í Skúvoy leygardagin.   

Um viðrar verður móttøkan niðri í fjøru, har sum Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoy, Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, og Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum landsins, halda røðu. Tiltakið byrjar, tá leið 101 koyrir úr Havnini klokkan trý korter til eitt. Hálvan annan tíma seinni fer Sildberin av Sandi.

Eftir tiltakið í Skúvoynni siglir Sildberin aftur til Sands klokkan fimm minuttir yvir fimm. Sildberin varð keyptur fyri tríggjar milliónir krónur, og nú hann - uppstigaður - fer í sigling, kostar hann 7,7 milliónir krónur.

Kom 3. januar

Sildberin kom til Føroya 3.januar. Síðst í mars varð avgjørt, at KJ Hydraulik á Kambsdali skuldi standa fyri arbeiðinum at uppstiga Sildberan.
Tá var framvegis ætlanin, at Sildberin skuldi fara í Skúvoyarsiglingina í mai, sjálvt um hann skuldi hava nýggjar motorar.

Men ikki fyrr enn 8.mai samtykti løgtingið at lata Strandferðsluni eykajáttan til millum annað nýggjar motorar til Sildberan.

Seint í juni varð sagt, at Sildberin bleiv liðugur seinnapartin í juli. Tað bleiv so til fyrrapartin í august. Og leygardagin, næst seinasta dagin í august, fer Sildberin í Skúvoyarsiglingina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979