Sjey milliónir afturat til serviðgerð uttanlands

Sjey milliónir afturat til serviðgerð uttanlands
Løgtingið hevur einmælt samtykt eykajáttanina. Tingið hevur eisini samtykt, at fjallløn skal vera skattafrí
 
12.09.2014 - 14:18

Heilsuverkið fær nú sjey milliónir krónur afturat til serviðgerðir uttanlands.

Løgtingið samtykti í dag einmælt eykajáttanina, sum landsstýrið bað um.

Fíggjarnevndin var samd um at mæla tinginum til at samtykkja uppskotið um sjey milliónir krónur í eykajáttan til serviðgerðir uttanlands. Játtanin kemur tá upp í 142,3 milj. krónur í ár. 

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur greitt Fíggjarnevndini frá, at arbeitt verður við ávísum umleggingum av játtanini til serviðgerðir uttanlands í fíggjarlógini fyri 2015. 

Eingin skattur á fjallløn

Løgtingið samtykti eisini, at skattur skal ikki krevjast av seyði, sum fólk fáa í samsýning fyri fjallgongu og røkt.

Á tingfundinum varð spurt, um hetta eisini er galdandi fyri samsýningar fyri at hoyggja ella fyri flettingarlomb til dømis.

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini, segði, at nevndin skilti Taks soleiðis, at skattur verður heldur ikki kravdur av slíkum samsýningum, sum spurt varð um. Men selja fólk seyð, sum tey fáa sum samsýning, skal skattur gjaldast av tí, segði formaðurin í Fíggjarnevndini.  

Bæði uppskotini hjá Fíggarmálaráðnum fingu aðru og triðju viðgerð í dag. 

Løgtingið samtykti at víkja frá tíðarfreistunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985