Samráðast um sáttmála fyri handverkarar

Samráðast um sáttmála fyri handverkarar
Samráðingarnar millum Arbeiðsgevarafelagið og Handverksmeistarafelagið øðrumegin og Handverkarafelagið og Landsfelag Handverkaranna eru byrjaðar
 
22.09.2014 - 14:27

Partarnir hava handað krøvini til nýggjan sáttmála. Hóast fleiri samráðingarfundir eru avtalaðir, vænta partarnir ikki, at komið verður á mál fyri fyrsta oktober, tá sáttmálin fer úr gildi, og tí er hann longdur til 15. oktober.

Á fyrsta samráðingarfundinum skrivaðu partarnir undir avtalu um fráboðan í sambandi við arbeiðssteðg.

Avtalan ber í sær, at boðast skal frá verkfalli ella verkbanni í seinasta lagi 48 tímar frammanundan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558