Val er útskrivað í Grønlandi at verða 28. november

Val er útskrivað í Grønlandi at verða 28. november
Virkandi stjórnarleiðarin, Kim Kielsen, hevur júst skrivað út val í úrtíð
 
01.10.2014 - 20:19

Orsøkin eru hørðu atfinningarnar í sambandi við, at Aleqa Hammond hevur nýtt kr. 106.363,27 úr grønlendska landskassanum til privatar ferðaútreiðslur til sín og familjuna í tíðarskeiðnum frá 28. mai í fjør til 21. mai í ár. 

Aleqa Hammond hevur bert verið landsstýrisforkvinna í hálvt annað ár. 

Val var seinast í Grønlandi á grækarismessu 2013.

Les eisini: Aleqa Hammond biðir um farloyvi

Aleqa Hammond bað í gjár um farloyvi frá grønlendskum politikki, og landstingið samtykti tað við teprum meiriluta, 15 vóru fyri og 14 ímóti.

Í dag tóku trý landsstýrisfólk aftur stuðul sín, og hin stjórnarflokkurin, Atassut, fór út stjórnini.

Les eisini: Landskassin rindaði fyri familjuferð

Formaðurin í grønlendska landstinginum, Lars Emil Johansen, sigur við dr.dk í kvøld, at hann sá ikki aðrar møguleikar enn at skriva út val í úrtíð.

Valið verður 28. november.

Les eisini: Fá neyvan nakað Alequ Hammond-mál í Føroyum

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andaktin
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364