Breyðið kann vera smurt fyri níggju døgum síðani

Breyðið kann vera smurt fyri níggju døgum síðani
Í Danmark mugu óhjálpin eldri fólk taka til takkar við at fáa matpakkar við breyði, ið er smurt til alla vikuna.
Tað er ikki nýbakað, óhjálpin eldri í Danmark fáa.
Mynd: Savnsmynd  
 
05.10.2014 - 12:55


Tey flestu minnast orðaskiftið, ið tók seg upp, tí ellisheimini her á landi skuldu spara, og nøkur fóru at borðreiða við uppafturhitaðum mati um vikuskiftið.

Men tað er lítið av miklum, um hugt verður eftir, hvat boðið verður eldri fólki í Danmark, sum fáa liðugtgjørdan mat.

Í Faaborg-Midtfyn kommune hava politikararnir avgjørt at spara tvær milliónir krónur um árið, og tí skulu heimahjálpirnar ikki longur brúka tíð til at smyrja teimum eldru breyð og leggja pálegg á.

Nei, í staðin fara tey, sum ikki longur klára seg sjálvi, eina ferð um vikuna at fáa sjey vakum-pakkaðar matpakkar, ein til hvønn dagin, og tá tey eta tann seinasta, kann hann vera smurdur heilar níggju dagar frammanundan.

 

Sama skilið við døgurðanum

Somu skipan, sum nú verður sett í verk í Faaborg-Midtfyn kommunu, hava tey longu í Nyborg og Esbjerg, skrivar Jyllands Posten.

Felagið "Ældre Sagen" sigur seg óttast fyri, at vakumpakkaða smyrjibreyðið fer at breiða seg um alt landið eins og hent er við døgurðamatinum.

Jyllands Posten hevur spurt seg fyri og fingið at vita, at í seks av tíggju donskum kommunum verður døgurðin borðin teimum eldru eina viku í senn sum langtíðarhaldførur liðugtgjørdur døgurðamatur - sjey vakumpakkaðir bakkar - klárir at seta í mikroovnin.

Danski almannamálaráðharrin, Manu Sareen, heldur tað vera óvirðiligt, at tey eldru fáa vakumpakkað smyrjibreyð til fleiri dagar í senn.

Men Manu Sareen er maðurin, sum kann broyta viðurskiftini, og Dansk Folkeparti vil hava at vita frá honum, hvat tann eyka milliardin til tey eldru er brúkt til, sum Fólkatingið samtykti at veita kommununum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Upp á tá - 300126
203537
Leygardag 31. januar
Jambalaja - 310126
203536
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189