Løkke um samráðingar við USA: Vit eru komin aftur á slóðina

Løkke um samráðingar við USA: Vit eru komin aftur á slóðina
Danski uttanríkisráðharrin er bjartskygdari nú um viðurskiftini millum Grønland, Danmark og USA, eftir at fundurin í Washington fyri tveimum vikum síðani fór av kós
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, var væl hýrdur, tá hann tosaði við tíðindafólk á ES-høvuðsborgini í dag um viðurskiftini millum Grønland, Danmark og USA, sum hann heldur er komin aftur á slóðina.
Mynd: Simon Wohlfahrt/AFP/Ritzau Scanpix  
 
29.01.2026 - 13:35

Í næstum vera fleiri fundir í arbeiðsbólkinum, sum Danmark, USA og Grønland hava sett. 

Tað væntar danski uttanríksráðharrin, Lars Løkke Rasmussen. 

Tað sigur hann, hóast fundurin í Washington millum USA, Grønland og Danmark fyri 15 døgum síðani fór heilt av kós.

- Viðurskiftini fóru upp í ein spíssj. Hetta hevur nú lagað seg aftur. Handilsstríðið er avlýst, segði danski uttanríkisráðharrin við fjølmiðlar á ES-høvuðsstøðini í Brússel í dag.

Lars Løkke Rasmussen sigur, at viðurskiftini eru fingin aftur á slóðina, og hann er bjartskygdari nú.

Hans Engell, politiskur viðmerkjari, sigur við TV2, at "vit eru á veg upp á stigið, har tað verður rættiliga spennandi í sambandi við Grønland."

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 
 
 
29012026_Lokke_um_USA

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532