Kevin Warsh í uppskoti at gerast formaður í amerikanska tjóðbankanum

Kevin Warsh í uppskoti at gerast formaður í amerikanska tjóðbankanum
Donald Trump, forseti, sigur, at Warsh verður kanska tann besti tjóðbankaformaðurin yvirhøvur. Senatið skal góðkenna Kevin Warsh
Kevin Warsh er í uppskoti at gerast nýggjur formaður í amerikanska tjóðbankanum eftir Jerome Powell.
Mynd: Brendan Mcdermid/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
30.01.2026 - 15:06

Amerikanski forsetin, Donald Trump, kunngjørdi fyri tveimum tínum síðani á sínum egna sosiala miðli, at hann ætlar, at Kevin Warsh skal taka við sum nevndarformaður fyri amerikanska tjóðbankan, The Federal Reserve System, tá Jerome Powell fer úr starvinum í mai.

- Eg havi kent Kevin leingi, og eg ivist ikki í, at hann fer í søguna sum ein tann besti formaðurin fyri tjóðbankan.Kanska tann besti yvivhøvur. Aftrat tí er hann ikki ein sum svíkur teg, segði forsetin, tá hann hann kunngjørdi tilnevningina.

Donald Trump hevur síðani hann tók við, funnist hvassliga at formanninum í tjóðbankanum fyri ikki at vilja lurta eftir ynskjunum um lægri rentu. Tí hevur tað leingi verið greitt, at Jerome Powell ikki slapp at halda fram, tá formansskeið endar í mai. Hinvegin hevur tað meira verið ein spurningur, hvønn avloysara Donald Trump fór at finna til sessin.

Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.

 

Kursurin og dollarin hækkaðu

Nú boðið kom, hækkaðu partabrævakursirnir eitt sindur, dollarin hækkaði eisini, men prísurin á gulli fall nógv, tí hildið verður, at Warsh tekur undir við lægri rentum. Hildið verður tó ikki, at hann fer so langt, sum onnur evnir til formanssessin.

Kevin Warsh er útbúgvin bachelor í samfelagsvísindum við serligum fokusi á búskap og stjórnmálafrøði frá Stanford Universitetinum, og seinni tók hann løgfrøðiligt embætisprógv á Harvard við serliga góðum próvtølum. Og so kennir hann tjóðbankan innanífrá, tí hann var nevndarlimur í bankanum frá 2006 til 2011.

Enn er tó ikki greitt, um Kevin Warsh fær sessin. Hann skal góðkennast av senatinum, men har hevur til dømis Thom Tillis, sum umboðar Norður Carolina í senatinum, og sum eisini situr í bankanevndini, sagt, at hann tekur ikki undir við nøkrum valevni, fyrr enn stríðið millum forsetan og tjóðbankan um óheftni er avgreitt.

Tað rættarmálið verður viðgjørt í Hægstarætti í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115