Svartsjúkar kvinnur í vanda fyri at fáa alzheimers

Svartsjúkar kvinnur í vanda fyri at fáa alzheimers
Hetta vísir svensk kanning, sum byrjaði fyri 38 árum síðan. Lena Johannsson, ganskari, hevur kannað 800 kvinnur frá tí tær blivu 46 ára gamlar
Svarrtsjúkar kvinnur lættari við at fáa Alzheimers
Mynd: savnsmynd  
 
10.10.2014 - 10:23

Kvinnur, sum eru svartsjúkar, stúrnar og humørsjúkar eru í størri vanda fyri at menna Alzheimersjúku seinni í lívinum. Tað vísur svensk kanning, sum hevur 40 ár á baki. Tað skrivar forskning.no.

Gransking av alzheimer hevur higartil í mestan mun snúð seg um útbúgvin, skaðar í høvdið, ílegur og familjusøgu, har eitt nú gransking hevur víst, at jú betri útbúgvin tú ert, tess minni er møguleikin fyri at fáa demens. 

Lena Johannsson, ganskari við lærda háskúlan í Gøteborg, sigur í tíðindaskrivi, at persónligheit kann ávirka vandan hjá tí einstaka fyri at fáa demens gjøgnum atburð, lívsstíl ella avleiðingar av stressi.

Í nýggju kanningini vórðu 800 kvinnur eygleiddar í 38 ár, frá tí tær gjørdust 46 ára gamlar. Tær vórðu persónskannaðar, fyri at vita, hvussu neurotiskar tær vóru, tað vil siga, um tær lætt gjørdust skakkar, keddar ella stúrnar, um tær skjótt gjørdust svartsjúkar, sjalu og høvdu skiftandi sinnalag, og um tær vóru útvendar ella hular. Eisini varð kannað, hvussu væl minni hjá teimum virkar.

Av teimum 800 kvinnunum fingu 160 demens í kannigartíðini.

Kvinnurnar vórðu eisini spurdar, um tær høvdu upplivað tíðarskeið við stressi, sum vardi ein mánað ella longur í sambandi við arbeiði, heilsu ella familjustøðuna.

Kanningin staðfestir, at kvinnurnar, sum skoraðu hægst í kanningini fyri neurotisk trekk, høvdu dupult so stóran møguleika fyri at fáa demens, samanborið við tær, sum skoraðu lægst í kanningini. Avgerðandi fyri, hvussu stórur møguleikin fyri demensi er, hvussu langt tíðarskeið stressið vardi, skrivar forsking.no.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449