Løgmansskrivstovan stevnd og kravd eftir pengum

Løgmansskrivstovan stevnd og kravd eftir pengum
Reiðaríið hjá Anitu hevur nú stevnt, tí Anita sleppur ikki at fiska longur
Anita noyddist at gevast at fiska á degi teirra sjólátnu.
 
06.11.2014 - 10:13

P/f Seta hevur nú stevnt Landsstýrinum og Løgmansskrivstovuni.

Sakarkravið er, at Løgmansskrivstovan verður dømd at viðurkenna, at avgerðin um at taka veiðu- og fiskiloyvini frá garnaskipinum Anitu er tikin av órøttum, og tí er hon ólóglig.

Harafturat vil reiðaríið hava endurgjald, sum fyribils er sett til 50.000 kr.

Vaksandi tap

P/f Seta missir pengar, tí Anita sleppur ikki at fiska eftir 1.november í ár. Tapið veksur hvønn dag og kann ikki staðfestast, fyrr enn endaliga er staðfest, um avgerðin hjá Løgmansskrivstovuni um loyvini hjá Anitu er lóglig ella ikki.

50.000 kr. eru tí bara eitt fyribils tal, sum kann væntast at hækka nógv seinni, stendur í stevningini, sum er dagfest 31.oktober, bara eina viku eftir, at P/f Seta fekk boðini frá Løgmansskrivstovuni.

Kært um gegnið

Jens Andrias Vinther, advokatur hjá P/f Seta, hevur eisini sent Løgtingsins umboðsmanni kæru um gegnið hjá Løgmansskrivstovuni at taka avgerðina um Anitu.

Jens Andrias Vinther sigur, at Løgmansskrivstovan var ógegnig at taka avgerðina, tí longu áðrenn hoyringarfreistin um ætlanarskrivið um at taka veiðiloyvið var farin, segði løgmaður í Degi og Viku, at Anita fór at missa loyvið

Tí áttu løgmaður og Løgmansskrivstovan at víst málsviðgerðini til annan myndugleika, sigur sakførarin hjá P/f Seta.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938