- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skuldsettur og latin leysur

Maðurin var handtikin á Húsum, tí hann skeyt niðan í hagan við eini høglbyrsu. Vandi varð ikki á ferð, sigur løgreglan, og handtøkan fór friðarliga fram. Maðurin er nú skuldsettur og leyslatin.
Løgreglan vil ikki siga, hvat maðurin er skuldsettur fyri, men upplýsir, at skuldsetingin í næstum verður send ákæruvaldinum, sum síðani fer at skriva ákæruna ímóti manninum, sum skal viðgerast í rættinum.
Ákæra kann tó neyvan reisast eftir vápna- ella veiðulógini, sigur Kristina Kristiansen, vakthavandi á politistøðini. So ákæruvaldið fer væntandi at taka støðu til, um ákæra verður reist eftir revsilógini og politiviðtøkunum.
Maðurin var ikki grundlógaravhoyrdur, tí hon er bert krav, um løgreglan ætlar at varðhaldsfongsla ein persón. Og løgreglan metti, við støði í líknandi hendingum, at tað ikki er neyðugt at varðhaldsfongsla mannin.




























