Trappuuppgongd rapað í Danmark

Trappuuppgongd rapað í Danmark
Ein trappuuppgongd í íbúðarbygningi í Frederikshavn rapaði fyrrapartin í dag
 
09.11.2014 - 17:37

Tvey fólk eru bjargað undan húsaleivdunum, ein av teimum hevur fingið álvarsligar løstir.

Enn vita mynduleikarni ikki, hví bygningurin rapaði. Men íbúðarbygningurin varð undir umvælingum, tá ein trappuuppgongd rapaði, og virkið NCC, sum ger umvælingararbeiðið, vil hava eina kanning at staðfesta, hvussu tað kundi henda, og hvør hevur ábyrgdina. 

NCC vil sostatt ikki siga, hvørt virkið hevur nakra ábyrgd av hendingini, fyrr enn kanningin er liðug.

Tey sum búgva í trappuuppgongdini sum rapaði og í trimum trappuuppgongdum nærindis, eru flutt til Hotel Jutlandia í Frederikshavn, og tey fáa í boðið samrøðu við ein sálarfrøðing.

Teknikarar hjá løgregluni og danska arbeiðseftirlitið fara nú at kanna íbúðarbygningin, og staðfesta, hví trappuuppgongdin rapaði. 
Úrslitini av kanningini verður væntandi tókt mánadagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793