- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sosialdemokratarnir stóra afturgongd

18,5 prosent av atkvøðunum. Tað er eitt úrslit, sum danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt ikki fegnast um.

Úrslitið í nýggjasta veljarakanningini, sum var almannagjørd í gjárkvøldið, er søguliga vánaligt.

Vinstriflokkurin hevði fingið 35,6 prosent av atkvøðunum, var val nú, og sambært kanningini er Vinstriflokkurin einsamallur størri enn teir tríggir samgonguflokkarnir tilsamans.

Helle Thorning-Schmidt, sum er stødd í Brússel, viðgongur, at hon ikki er fegin um vánaliga úrslitið í veljarakanningini, men hon sigur, at úrslitið fær hana at stríðast enn meir fyri tí, sum hon heldur vera rætt.

Á valinum í september í fjør fekk danski Javnaðarflokkurin 24,8 prosent av atkvøðunum, og longu tá var talan um eitt søguliga vánaligt val.