Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin kosta 1,8 milliard

bannari
Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin kosta 1,8 milliard
Kanning, sum Landsverk hevur gjørt, vísir, at tunnilin millum Eysturoynna og Streymoynna, verður í minsta lagi 40 prosent bíligari, um tað almenna eigur og rekur hann

27.02.2012 - 16:52

Skulu Vágatunnilin og Norðoyatunnilin vera við til at fíggja íløgurnar og viðlíkahaldið í einum almennum tunnilsfelagi, har Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin eisini eru við, verður tunnilsgjaldið 53,10 kr. báðar vegir.

Tað hevur Landsverk roknað út í kanningini, sum Landsverk gjørdi fyri Innlendismálaráðið.

Tá er roknað við, at Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin kosta eina milliard og 850 milliónir krónur.

Og tá er roknað við, at tvær milliónir og 875.000 bilar koyra í teimum fýra tunlunum um árið.

Landsverk roknar við, at til ber at lána pengar til nýggju undirsjóvartunlarnar fyri 4,2 prosent í rentu og við 20 ára afturgjaldingartíð.

Í gjár kunngjørdi Landsverk eina kanning, sum sigur, at tunnilin millum Eysturoynna og Streymoynna kann gerast nógv bíligari, minst 40 prosent bíligari, um tað almenna eigur og rekur tunnilin.

Kanningin hjá Landsverki verður eisini viðgjørd í Degi og Viku í kvøld klokkan 19, har Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, verður gestur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961