Samráðingarnar um svartkjaftin verða truplar

Samráðingarnar um svartkjaftin verða truplar
Tað verða uttan iva harðar og torførar samráðingar um býtið av svartkjaftinum fyri 2015. Neyðugt verður helst við fleiri samráðingarumførum
Samráðingarnar um svartkjaftakvotuna fyri 2015 verða uttan iva truplar. Tí verður helst neyðugt við fleiri samráðingarumførum

18.11.2014 - 17:30

ES hevur sagt avtaluna um býtið av svartkjafti upp. Tí verður helst neyðugt við fleiri samráðingarumførum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, var fyrrapartin í Uttanlandsnevndini til ráðførslu um svartkjaftin. Hvat kom burturúr ráførsluni ber ikki til at fáa at vita.

Í 2014 var svartkjaftakvotan 1,2 milliónir tons. Av teimum tonsunum fekk ES 337.000 tons, Føroyar 288.000 tons, Ísland 195.000 tons og Noreg fekk 284.000 tons av svartkjaftakvotuni.

ES vil hava størri part av kvotuni

Sum skilst vil ES hava størri part av kvotuni, tí svartkjafturin heldur í stóran mun til í ES sjógvi, har fiskiskapurin eisini vanliga byrjar, og í føroyskum sjógvi. Fer ES at krevja størri part av kvotuni, so fara Føroyar uttan iva at gera tað sama.

Hendir hetta, mugu Ísland og Noreg góðtaka ein minni part av svartkjaftinum. Føroyar standa a odda fyri samráðingunum í svartkjaftin, og næsti samráðingarfundurin verður hálvan desember.

Virðið á svartkjaftinum er høgt í løtuni, tí fiskiskapurin eftir ansjósum í Peru hevur svikið, og tí hækkar prísurin á fiskamjøli og lýsi nógv. Finansial Times skrivaði í gjár, at prísurin fyri eitt tons av fiskamjøli er hækkaður upp í 2.500 dollarar, sum er met.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502