Nýtt vinnublað kemur út mánadagin

Nýtt vinnublað kemur út mánadagin
VINNULÍVIÐ eitur nýtt føroyskt vinnublað, sum ætlandi kemur út fimm ferðir um árið
 
22.11.2014 - 11:40

Mánadagin fæst nýtt vinnublað til keyps í handlunum.

 - Ikki nógvur vinnulesnaður er á marknaðinum í løtuni, og tí halda vit sum útgavarar, at bæði tørvur og pláss er fyri einum slíkum blaði við áhugaverdum vinnutilfari, sigur Høgni Thomsen, viðskiftastjóri í Sp/f Censure, ið gevur blaðið út.

VINNULÍVIÐ, ið verður latið ókeypis í allar vinnupostpoksir í Føroyum, kemur ætlandi út fimm ferðir um árið, og næsta utgávan kemur í februar.

Í fyrstu útgávuni verður millum annað hugt eftir ferðavinnuni, sum hevur sett met í vitjanum í ár. Somuleiðirs er frásøgn frá skúladeplinum við Marknagil og prát við stjóran í SMS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961