Fríhandilsavtala undirskrivað í Ankara

Fríhandilsavtala undirskrivað í Ankara
Føroyar og Turkaland hava í dag undirskrivað ein fríhandilssáttmála. Avtalan varð undirskrivað í turkiska høvuðsstaðnum Ankara
 
16.12.2014 - 14:56

Føroyar og Turkaland hava í dag undirskrivað ein fríhandilssáttmála. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og búskaparráðharrin í Turkalandi, Nihat Zeybekci, skrivaðu undir avtaluna í turkiski høvuðsstaðnum Ankara.

Í tíðindaskrivi sent miðlunum sigur løgmaður, at hetta er eitt frambrot fyri føroyskan uttanríkispolitikk, tí fríhandilssáttmálin við Turkaland er tann fyrsti nýggi fríhandilssáttmálin, ið Føroyar gera síðani seinast í nítiárunum. 

Fríhandilssáttmálin hevur við sær, at tollurin á okkara mest vanligu útflutningsvørur er burtur. Sambært løgmansskrivstovuni er Turkaland ein stórur og vaksandi marknaður fyri eitt nú laks og uppsjóvarfisk.

Leingi er tað, ið væl skal vera, sigst. Í øllum førum hevur samráðingartilgongdin millum partarnar tikið 15 ár. Hol kom á undir samráðingarumfari í Ankara í september í ár, tá ið tað eydnaðist pørtunum at koma til semjuna, sum í dag er undirskrivað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558