Kanna um samband er við aðrar neyðtøkuroyndir

Kanna um samband er við aðrar neyðtøkuroyndir
Bergleif Brimvík, kriminalovasti, sigur, at higartil hava kanningarnar ikki bent á, at maðurin, sum er skuldsettur fyri neyðtøkuroyndina sunnumorgunin, hevði nakað at gera við neyðtøkuroyndirnar í Havn í fjør

10.02.2012 - 14:05

Politiið kannar framvegis, um nakað samband er millum neyðtøkuroyndina við Viðarlundina í Havn síðsta vikuskifti og tríggjar neyðtøkuroyndir í Havn í fjør.

Tað var síðsta sunnumorgun, at ein ungur maður royndi at neyðtaka eina 17 ára gamla gentu beint við inngongdina til Viðarlundina.

Ein 19 ára gamal maður varð handtikin og skuldsettur í málinum, men hann noktar seg sekan.

Politiið veit ikki enn, um hetta er sami maður, sum er eftirlýstur fyri tríggjar neyðtøkuroyndir í Havn í fjør - í juni, juli og oktober.

- Vit kanna framvegis, um nakað samband er millum hesar neyðtøkuroyndirnar. Higartil hava vit tó ongi tekin funnið um, at málini hava nakað samband við hvørt annað, sigur Bergleif Brimvík, kriminalovasti.

19 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri neyðtøkuroyndina sunnumorgunin er varðhaldsfongslaður í fýra vikur, og verður nú mentalkannaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040