- Tíðindi, mentan og ítróttur
Finnland fær nýggjan forseta

Sauli Niinistö vann forsetavalið í Finnlandi í gjár.

Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin úr Savningarflokkinum fekk 62,6 prosent av atkvøðunum.

- Tað var betri enn eg væntaði, sigur nýggi forsetin, sum sambært Ritzau lovar at vera forseti hjá øllum finnlendingum.

Mótstøðumaðurin, fyrrverandi menningar- og umhvørvisráðharrin, Pekka Haavisto úr Grøna Flokkinum, fekk 37,4 prosent av atkvøðunum.

Báðir taka undir við evruni.

Niinistö verður 12 forseti Finnlands, og tað er fyrstu ferð í 55 ár, at Savningarflokkurin fær forsetan, og fyrstu ferð í 30 ár, at ríkisleiðarin ikki er sosialdemokratur.

Nýggi forsetin tekur við eftir væl umtóktu Tarju Halonen, sum ikki kundi stilla uppaftur, tí hon hevur sitið tvey valskeið. Hon var landsins fyrsti kvinnuligi forseti.

Sauli Niinistö tekur við 1. mars.