- Tíðindi, mentan og ítróttur
Búnaðargrunnurin ikki avgreitt umsóknir

Harafturat hevur Búnaðargrunnurin fingið, sum hann sigur, eitt ótal av munnligum fyrispurningum um fígging til mjólkarkvotur og festibrøv. Svarið hevur hvørja ferð verið nei. Orsøkin er ivi um heimildina hjá grunninum at lata slíka fígging.

Fiskimálaráðið boðaði í mai í fjør Búnaðargrunninum frá, at ráðið ivast í, um lógarheimild er at fíggja mjólkarkvotur og festibrøv. Men tá fekk Fiskimálaráðið at vita frá leiðsluni í Búnaðargrunninum, at hon hevði longu avgjørt ikki at lata slíka fígging.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í búnaðarmálum, í svari til Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um lógarheimildina at fíggja mjólkarkvotur og festibrøv. Mjólkarkvotur gjørdust umsetiligar, tær kundu seljast, í 2004. Fyrstu tíðina kundu tær ikki veðsetast.

Í 2006 byrjaði Búnaðargrunnurin at lata teimum fígging, sum keyptu mjólkarkvotur. Í 2007 gjørdust festibrøv eisini umsetilig, og tá fór Búnaðargrunnurin eisini at fíggja festibrøv.

Kannaðu um heimild var at lata fígging

Á sumri í 2013 varð farið at kanna, um Búnaðargrunnurin hevði heimild at lata hesa fígging. Millum annað boðaði ein stýrislimur í Búnaðargrunninum Fiskimálaráðnum frá, at heimild ikki er at fíggja festibrøv og mjólkarkvotur.

Jacob Vestergaard sigur, at Fiskimálaráðið eftir drúgva umhugsan og lógartulking kom til ta niðurstøðu tíðliga í 2014, at heimildargrundarlagið er ivasamt.

Enn er tó einki gjørt fyri at gera lógargrundarlagið soleiðis, at eingin ivi er. Búnaðargrunnurin fekk bæði nýggjan stjóra og nýtt stýri í fjør. Jacob Vestergaard sigur, at sjálvur hevur hann onga niðurstøðu um spurningin.

Jacob Vestergaard ætlar sær at ráðføra seg við nýggja stýrið í Búnaðargrunninum og við stjóran um, antin rættast er at broyta lógina, ella um rættarstøðan eigur at vera, sum hon er.