Óvissa um Magnus Heinason í 2015

Óvissa um Magnus Heinason í 2015
Í løtuni er ikki greitt, hvussu nógvar kanningar fiski- og havrannsóknarskipið Magnus Heinason kann gera í 2015. Skipið er í løtuni til umvælingar
Magnus Heinason er í løtuni til umvælingar. Tí er ikki greitt, hvussu nógvar dagar, fiski- og havrannsóknarskipið Magnus Heinason kann gera kanningar í ár
 
08.01.2015 - 16:55

Óvist er, hvussu nógvar dagar, fiski- og havrannsóknarskipið Magnus Heinason kann gera kanningar í ár. Magnus Heinason er í løtuni til umvælingar, serliga motorurin krevur umvælingar.

Hvussu langt arbeiðsárið hjá Magnusi Heinason verður, tá avtornar, veldst um umvælingarkostnaðin, oljuprísin, og hvørjar umvælingar annars stinga seg upp í árinum. Tað sigur stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, sum hevur tikið saman um árið 2014.

Einki røkist fyri einum nýggjum rannsóknarskipi. Í fíggjarlógini fyri 2015 eru pengar til at stovna alment partafelag, sum skal eiga nýtt rannsóknarskip. Magnus Heinason er bygdur í 1978.

Havstovan var við í 23 granskingarverkætlanum í 2014. Fiskivinnan, oljuvinnan, ES-granskingarsamstarvið, danska stjórnin, Fiskivinnuroyndir, Granskingarráðið og landskassin fíggjaðu hesar verkætlanir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097