Verkfallið hjá portørum var ikki í lagi

Verkfallið hjá portørum var ikki í lagi
Fasti Gerðarætturin hevur enn einaferð staðfest, at verkfallið hjá portørum og ambulansustarvsfólkum í 2009 var ikki í lagi
Fyri triðju ferð hevur Fasti Gerðarrætturin sagt, at verkfallið hjá portørum og ambulansustarvsfólkum í 2009 var ikki í lagi. Verkfallið varð lýst við ov stuttari freist
 
12.01.2015 - 10:20

Fyri triðju ferð hevur Fasti Gerðarrætturin sagt, at verkfallið, sum Starvsmannafelagið lýsti fyri portørar og ambulansustarvsfólk 1. februar 2009, var ikki í lagi, tí tað varð lýst við ov stuttari freist.

Starvsmannafelagið vildi hava allar dómararnar í Fasta Gerðarrættinum at viðgera málið, og 30. desember í fjør gjørdu teir átta dómararnir úrskurð. Meirilutin, fimm dómarar, staðfesti avgerðirnar frá 2010 um óheimilað stríðsstig, tí verkfallið varð ikki lýst við lógligari freist.

Fíggjarmálaráðið fekk tí viðhald fyri triðju ferð. Hinir tríggir dómararnir góvu Starvsmannafelagnum viðhald. Hetta var fyrstu ferð, at Fasti Gerðarrætturin var fullmannaður. Vanliga eru tríggir dómarar í Fasta Gerðarrætti.

Er talan um týðandi mál, sum Fasti Gerðarrættur hevur avgjørt, ber til, eftir áheitan, at taka málið upp aftur í fullmannaðum gerðarrætti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Mánadag 9. februar
Buongiorno dall´Italia
203938
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864