Sonni Ragnar aftur til FC Midtjylland

Sonni Ragnar aftur til FC Midtjylland
Sonni Ragnar Nattestad heldur ikki fram í AC Horsens. Leiguavtalan millum FC Midtjylland og AC Horsens er uppsøgd
Mynd: fcm.dk  
 
12.01.2015 - 18:23

Føroyski landsliðsleikarin, Sonni Ragnar Nattestad, hevur spælt sín síðsta dyst fyri AC Horsens á hesum sinni.

Heimasíðan hjá felagnum skrivar, at leiguavtalan við FC Midtjylland er uppsøgd.

AC Horsens sigur, at tey hava verið nøgd við avrikini hjá føroyinginum, sum hevur spælt væl í verjuni.

Danska felagið kemur tó ikki við nakrari grundgeving á heimasíðuni fyri, hví leiguavtalan nú verður uppsøgd.

Venjarin hjá AC Horsens, Bo Henriksen, sigur við Horsens Folkeblad, at tað eru fleiri orsøkir til, at avtalan er uppsøgd.

- Tað eru fíggjarligar orsøkir, og so vilja vit eisini royna okkara egnu leikarar, sigur Bo Henriksen.

Áskoðararnir hjá AC Horsens atkvøddu á heimasíðuni hjá felagnum Sonna Ragnar til besta spælari í farna heysti.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911