VÍF hevur fingið rumenskan leikara

VÍF hevur fingið rumenskan leikara
Adina Ghidoarca er nýggjur leikari í VÍF
Mynd: vif.fo

13.01.2015 - 10:13

VÍF hevur funnið avloysaran fyri Duritu C. Jojic, sum orsaka av sjúku neyvan spælir meira í ár.

Talan er um 27 ára gomlu Adina Ghidoarca, sum er úr Rumenia.

Adina hevur í seinastuni spælt hondbólt í Turkalandi.

VÍF sigur, at talan er um ein sterkan leikara. Hon er bakkur, og hevur eitt gott langskot.

Felagið roynir í løtuni at fáa spælaraloyvið upp á pláss, so at hon kann spæla steypadyst móti Stjørnuni í morgin.

Henrik Gerster, venjari, væntar, at hon í øllum førum verður tøk til dystin móti Kyndli sunnudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527