Lata 190 fangar leysar

Lata 190 fangar leysar
Uppreistrarmenn úr islamist felagsskapinum Boko Haram lata nú leysar 190 fangar í Nigeria, ið felagsskapurin fyri trimum vikum síðani burturflutti
Felagsskapurin, Boko Haram, letur nú 190 fangar leysar, ið felagsskapurin fyri trimum vikum síðani burturflutti
Mynd: AP  
 
26.01.2015 - 09:55

Nigerisku myndugleikarnir hava lovað at veita teimum hjálp, sum eru leyslatin, - talan er um ungar kvinnur, menn og børn. Boko Haram setti eld á fleiri hús í sambandi við álopið, sum var sætta januar, og tí hava fleiri av teimum leyslatnu einki at fara til.

Í minsta lagi 20 persónar sita framvegis fangar hjá Boko Haram. Nakrar kvinnur, sum eru lætnar leysar, hava greitt frá, at tær sýttu fyri at akta boðum og reglum hjá Boko Haram, og sluppu tær leysar.

SÍ EISINI Boko Haram vil ikki leyslata 200 skúlagentur

Uppreistrarfelagsskapurin, Boko Haram, hevur seinastu tíðina herjað kring býin, Baga. Fyri fáum døgum síðani tók Boko Haram ábyrgdina av hópdrápinum, sum sambært mynduleikunum á staðnum og Amnesty International, kravdu um 2000 mannalív.

Leiðarin fyri Boku Haram, Abubakar Shekau, segði tá í sjónbandarøðu, at hetta er bert byrjanin, og roknast kann við fleiri slíkum álopum. Boko Haram stríðist fyri islamskum stati í Nigeria.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290