Heilsustýrið fingið blóðroyndir hjá nýføðingum

Heilsustýrið fingið blóðroyndir hjá nýføðingum
Allir nýføðingar fáa tilboð um at verða kannaðir fyri 25 viðføddar sjúkur
Í 2024 kom í lag, at sjálvar blóðroyndirnar skulu sendast aftur til Føroya, eftir at kanningarnar í Danmark eru lidnar, og nú fylgja kanningarúrslitini so við. (Savnsmynd)
 
31.08.2026 - 09:08

Heilsustýrið hevur fingið dátur frá hælblóðroyndum hjá nýføðingum, sum eru føddir í Føroyum frá 2009, frá Statens Serum Institut.

Hetta er gjørt eftir áheitan frá føroyskum myndugleikum.

Hetta eru sonevndu PKU-dáturnar.

Í 2024 kom í lag, at sjálvar blóðroyndirnar skulu sendast aftur til Føroya, eftir at kanningarnar í Danmark eru lidnar, og nú fylgja kanningarúrslitini so við.

Allir nýføðingar fáa tilboð um at verða kannaðir fyri 25 viðføddar sjúkur.

Ein blóðroynd verður tikin úr hælinum á barninum stutt eftir føðing. 

Blóðið verður koyrt á eitt PKU-kort, sum verður sent til Statens Serum Institut, sum ger kanningarnar.

 

 

Tøkar í eitt ár

Blóðroyndirnar og dáturnar eru tøkar til hesar kanningar upp til 12 mánaðir.

Síðani verður tilfarið sent Heilsustýrinum. 

Avrit av kanningarúrslitunum verða tó framvegis tøk hjá Statens Serum Institut.

Síðani 1986 hava allir nýføðingar í Føroyum fingið tilboð um kanningina.

Tær dáturnar, sum nú eru latnar Heilsustýrinum, eru tó bara hjá børnum, sum eru fødd í Føroyum í 2009, ella seinni.

Dátur, sum er eldri enn 2009, hevur Statens Serum Institut.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329