Kvinnur forvinna triðing minni enn menn

Kvinnur forvinna triðing minni enn menn
Ein orsøk til stóra munin millum inntøkurnar hjá monnum og kvinnum er, at nógvar kvinnur arbeiða niðursetta tíð
 
09.03.2015 - 13:32

Føroyskar kvinnur forvinna umleið ein triðing minni í meðal um mánaðin enn føroyskir menn.

Tað vísa tøl frá Hagstovu Føroya.

Verður hugt at, hvussu menningin innan økið hevur verið seinastu 25 árini, er einki hent. 

Í 1990 var meðallønarútgjaldingin til eina kvinnu í Føroyum góð 63 prosent av meðallønini hjá einum manni í Føroyum, og í dag er hon góð 68 prosent. 

Onnurhvør arbeiðir niðursetta tíð

Ein orsøk til stóra munin millum inntøkurnar hjá monnum og kvinnum er, at nógvar føroyskar kvinnur arbeiða niðursetta tíð - 51 prosent av føroyskum kvinnum arbeiða niðursetta tíð.

Ein onnur orsøk er, at kvinnuyrki eru lægri lønt enn mannfólkayrki. Tað er millum annað innan umsorgan, heilsurøkt, hjálparfólk innan matframleiðslu, reingerð og skrivstovuarbeiði. 

Nógv fleiri kvinnur enn menn liggja í einum lønarbólki, har árliga lønarúgjaldingin er millum 100 túsund og 200 túsund krónur um árið - tað eru millum 8.000 og 17.000 krónur um mánaðin. 

Sum heild eru menn spjaddir yvir fleiri lønarbólkar, meðan flestu kvinnur forvinna millum 100 túsund og 400 túsund krónur um árið.

Ein meðallønarinntøka hjá einum manni í Føroyum var í november 2014: 31.700 kr fyri menn og 20.600 kr fyri kvinnur.

Bara fýra hava eina millión eftir

Fólkateljingin í 2011 vísti, at tað einans vóru 45 kvinnur, sum høvdu meira enn 400.000 krónur um árið í tøkari inntøku. Sama tal fyri menn var 1.467. 

Er talan um eina millión eftir skatt vóru tað einans fýra kvinnur í hesum bólki í 2011, meðan 84 menn høvdu meira enn eina millión eftir, tá skattur varð goldin. 

Fólkateljingin frá 2011 vísti eisini, at menn í Føroyum kunnu forvinna nógvan pening uttan mun til útbúgving, meðan útbúgvingin ger stóran mun á lønarseðlinum hjá kvinnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491