Viðgera uppskot um limaskap í EFTA

Viðgera uppskot um limaskap í EFTA
Løgtingið fer í dag eitt viðgera eitt uppskot frá Tjóðveldi um at landsstýrið skal biðja um limaskap í EFTA
Løgtingið fer í dag eitt viðgera eitt uppskot frá Tjóðveldi um at landsstýrið skal biðja um limaskap í EFTA
 
19.03.2015 - 13:20

Eisini skal kannast, um Føroyar kunnu vera við í EBS-samstarvinum millum EFTA og ES og fáa lut í teimum fýra frælsunum í ES. Tjóðveldi sigur, at við limaskapi í EFTA høvdu Føroyar alt fyri eitt blivið partur í teimum 25 fríhandilssáttmálunum, sum EFTA hevur, og sum umfata 35 lond.

EBS-skipanin merkir, at EFTA-londini Noreg, Ísland og Liktinstein hava lut í fýra frælsunum, sum gera, at kapitalur, vørur, tænastur og fólk kunnu virka frítt í ES. Tey eru eisini við í samstarvinum um útbúgving, gransking og mentan í ES.

Sambært uppskotinum hjá Tjóðveldi skal landsstýrið innan eitt ár geva løgtinginum frágreiðing um fortreytir fyri føroyskum limaskapi í EFTA, og at landsstýrið fyrireikar lógaruppskot um at taka øll neyðug málsøki á føroyskar hendur fyri at útinna limaskapin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328