Einki spart í ár

Einki spart í ár
Millum tølini, sum hanga í leysari luft í fíggjarkarminum fyri 2016, eru tíggju mió. kr, sum skulu sparast, tí landsfyrisitingin skal savnast
Í ár verður einki spart, tí arbeiðið at fyrireika broytingina í miðfyrisitingini er ikki liðugt
 
30.03.2015 - 15:52

Millum tølini, sum hanga í leysari luft í fíggjarkarminum hjá landsstýrinum fyri 2016, eru tíggju milliónir krónur, sum skulu sparast, tí landsfyrisitingin skal savnast.

Fyri einum ári síðani fingu landsstýrið og politisku flokkarnir eitt álit, eitt kjakupplegg um bygnaðin í landsfyrisitingini.

Tá álitið kom, var ætlanin, at landið skuldi spara fimm milliónir krónur í ár og síðani tíggju milliónir um árið.

Einki spart í ár

Í ár verður einki spart, tí arbeiðið at fyrireika broytingina í miðfyrisitingini er ikki liðugt. Kjakuppleggið varð sent til hoyringar í fjør vár.

Tá hoyringin var liðug, gjørdi bólkurin, sum gjørdi uppskotið, ein samandrátt til stýringarbólkin, Marjuna Hanusardóttur, løgmansstjóra, og Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra í Fíggjarmálaráðnum.

Marjun Hanusardóttir sigur í dag, at tilmælið um at tillaga bygnaðin er ikki liðugt. Tí ber ikki til at siga í løtuni, á hvønn hátt til ber at spara 10 mió. kr. næsta ár, sigur løgmansstjórin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252