Handaðu borgarstjóranum undirskriftirnar

Handaðu borgarstjóranum undirskriftirnar
Stigtakarnir, ið vilja verðveita økið við Skansan sum tað er, handaðu í gjár Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, 630 undirskriftir
Stigtakararnir handaðu mikudagin borgarastjóranum í Havn 630 undirskriftir. Tað eru fólk, ið mótmæla at sonevnda Skansabryggjan verður gjørd útifyri Skansan
Mynd: Grækaris D. Magnussen  
 
02.04.2015 - 09:10

Seinnapartin í gjár fekk Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, handað 630 undirskriftir frá borgarum, sum mótmæla ætlaðu havnaútbyggingini uttan fyri Skansan í Havn.

Tað eru Øssur Winthereig og Grækaris Djurhuus Magnussen, sum hava tikið stig til undirskriftainnsavningina á sosiala miðlinum Facebook, har eisini 1.593 fólk hava givið til kennar, at tey stuðla mótmælinum.

Vinnunevndin fær undirskriftirnar

- Hesi fólkini, sum hava skrivað undir, heita á kommununa um at bíða. Tí vit eiga at hugsa okkum væl um, sigur Øssur Winthereig við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu.

Undirskriftirnar verða nú latnar vinnunevndini í Tórshavnar býráð, sum fer at viðgera spurningin í næstum.

Ætlanin um Skansaútbyggingina hevur ligið frammi til almenna hoyring, og okkurt um 300 fólk møttu eisini upp á borgarafundi fyri viku síðani, har málið varð viðgjørt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161