Rottur gjørdu sær dælt á goymslu

Rottur gjørdu sær dælt á goymslu
Heilsufrøðiliga starvsstovan kallar aftur ymsar góðgætisvørur av merkinum Eliza Chokolade og naanbreyð frá Coop Danmark
Mynd: dr.dk  
 
14.04.2015 - 06:45

Talan er um vørur, sum eru goymdar á IKKI-skrásettari goymslu í Kiplev í Danmark, og sum rottur hava gjørt sær dælt av. Vøran er seld í handlum í Føroyum. 

Talan er um:

Salmiak mandler: Haldføri: 10/2-2016, 20/2-2016 og 23/2-2016 EAN strikukotunummar: 5710534000074 Nettovekt: 120 g 

Choko Lakrids Kugler: Haldføri: 6/2-2016, 11/2-2016 og 19/1-2016 EAN strikukotunummar: 5710534000050 Nettovekt: 120 g 
Value Lakress Mandlur sterkar: Haldføri: 19/2-2016 Nettovekt: 250 g Value Chokolade Lakrids stærk Haldføri: 4/2-2016 Nettovekt: 250 g 
Value Chokolade Lakrids mild: Haldføri: 26/2-2016, 15/12-2015 og 12/12-2015 Nettovekt: 250 g  
Value Lakrids Mandler mild: Haldføri: 11/12-2015 Nettovekt: 250 g 

Vørurnar hava verið goymdar á eini goymslu sum ikki hevur verið skrásett hjá Fødevarestyrelsen. Trupulleikar hava verið av rottum á goymsluni í góðan mánað. Nevndu vørur hava ligið á goymsluni síðani tá og verða tí afturkallaðar. 

Blámusoppur í naanbreyði

Heilsufrøðiliga starvsstovan kallar aftur naan-breyð, tí soppavøkstur er í breyðum. Talan er um Mayur naan-breyð - 240 gramm (EAN strikukota nummar: 5014044007616) og tey eru gjørd í Bretlandi. 

Vøran er seld í handlum í Føroyum, og tað er Coop Danmark, sum kallar aftur vøruna, tí blámusoppar eru staðfestir í breyðnum. 

Soppavøksturin ger at vøran er óegnað til matna. Mælt verður brúkarum at koyra vøruna burtur ella lata hana aftur til handilin, har hon er keypt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. februar
RagnarRokk 19.februar 2026
203231
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Gregory Spawton um Woodcut
203229
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Rick Hughes um Redemption
203230
Hósdag 19. februar
Eitt korter við Jazztónleiki
204472
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418
Hósdag 19. februar
Veðrið
204493
Hósdag 19. februar
Jóhanna: Mín móðir
204500
Hósdag 19. februar
Filip: Elisabet og Elinborg
204498