Kanningin av Eik grunninum dregur út

Kanningin av Eik grunninum dregur út
Frágreiðingin um Eik Grunnin og grunnaeftirlitið, sum grein 19 nevndin hjá løgtinginum skuldi lata áðrenn summarfrítíðina, er seinkað.
 
08.05.2015 - 08:07

Nú verður miðað eftir at enda arbeiðið 1.juni ella fyrst í juni, sigur Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmaður og formaður í grein 19 nevndini.

Nevndin hevði fyrsta fundin 7.august í fjør.

Nevndin hevur bæði tosað við nógv fólk og fingið upp í nøkur ringbind av skjølum at kanna.

Sambært lógini um grein 19 nevndina skal nevndin kanna viðurskifti í sambandi við virksemið hjá Eik grunninum frá 2002 til 2010, og eftirlitið við grunninum frá 2002 til mai í fjør.

Arbeiðssetningurin hjá nevndini fevnir tó ikki um revsirættar-viðurskifti hjá einstaklingum. 

Umframt formannin, Joen Magnus Rasmussen, eru Kristina Háfoss og Helgi Abrahamsen í grein 19 nevndini. 

Ætlanin var, at løgtingið skuldi fara í summarfrí í dag. Men tað verður ikki, og nú verður miðað eftir at hava seinasta tingfundin mikudagin í næstu viku.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809