Skúlaleiðarin fekk eina ávaring

Skúlaleiðarin fekk eina ávaring
Mentamálaráðið hevur givið skúlaleiðaranum, ið skrivaði niðrandi facebook-viðmerking um tíðindaleiðaran í Kringvarpinum, eina ávaring.
 
08.05.2015 - 14:55

Skúlaleiðarar skulu halda nakrar serligar etiskar normar - eisini uttanfyri arbeiðstíð.

Tað sigur Mentamálaráðið í svari til Liljuna Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpi Føroya, sum hevur kært skúlaleiðara fyri at skriva niðrandi viðmerking um seg á Facebook.

Fingið eina ávaring

Mentamálaráðið hevur havt samrøðu við skúlaleiðaran um hansara viðmerkingar á facebook.

Mentamálaráðið vísti á, at tað er álagt skúlastjórum í og uttan fyri starvið at halda nakrar serligar etiskar normar.

"Hesir normar mugu ikki standa í andsøgn við álitisstarvið sum skúlastjóri í føroyska fólkaskúlanum. Skúlastjórin myndar skúlan mótvegis samfelagnum, og hann eigur at geva samfelagnum eina trygga og álitisvekjandi fatan av skúlanum", skrivar Mentamálaráðið í svari til kæruna.

Mentamálaráðið leggur afturat, at tað hevur gjørt skúlaleiðaranum greitt, at slíkur atburður ikki bleiv toldur og mátti ikki koma fyri aftur.

Skúlaleiðarin angrar

Skúlaleiðarin hevur sagt við Kringvarpið, at hann angrar tað, hann skrivaði, og tað varð skrivað í spølni.

Í samrøðuni við Mentamálaráðið hevur skúlaleiðarin givið til kennar, at hann harmast.

Hann lovar eisini, at hetta ikki kemur fyri aftur.

"I'm in"

Tað var fyrr í vikuni, at Liljan Weihe, tíðindaleiðari, kærdi skúlaleiðaran fyri Mentamálaráðið fyri viðmerkingina "I'm in" í einum facebook-tráði, har ein annar brúkari í spølni skrivaði, at hann var til reiðar koyra heim til Liljuna við einum sonevndum "rape-van".

Brúkarin var ónøgdur við samrøðuna, sum Liljan Weihe hevði við Karsten Hansen, landsstýrismann, í Degi og Viku í síðstu viku.

Sí eisini: Skúlaleiðari kærdur fyri Facebook-viðmerking

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210