Brandur Olsen gjørdi FCK til steypavinnarar

Brandur Olsen gjørdi FCK til steypavinnarar
FCK er steypavinnari í donskum fótbólti, men Brandur Olsen spældi ikki ein lítlan leiklut. Hann skoraði málið til 3-2 í 102 minutti
 
14.05.2015 - 17:41

Brandur Olsen er nú danskur steypavinnari, og hetta er greitt eftir eina sera spennandi finalu móti FC Vestsjælland, sum FCK vann 3-2. 

Samandráttur av dystinum sæst á heimasíðuni hjá TV2

Brandur kom á vøllin tá fjúrtan minuttir vóru eftir av dystinum, tá var støðan 2-1 til FCK. Men bert tveir minuttir eftir tað javnar FC Vestsjælland til 2-2.  Tá 90. minuttir vóru spældir stóð á jøvnum 2-2, og tí varð neyðugt at spæla 2x15 minuttir í longdari leiktíð.

Tá 102 minuttir eru spældir varð Brandur Olsen spældur fríur av Christiani Poulsen og uttanfyri brotssteigin velur Brandur at royna seg við skoti, sum endaði í málinum. 

DR skrivar á heimasíðini síni "FC København vinder DBU pokalen 2015. Brandur Olsen bliver matchvinder med sin scoring til 3-1 i den forlængede spilletid.  

Fyri stuttum varð Brandur í eini keðiligari støðu, tá hann fekk reytt kort stutt eftir hann var skiftur inn. Men nú kann man so veruliga staðfesta at Brandur Olsen er eitt kent fótbóltsnavn í Danmark og hevur veruliga víst venjaranum Staale Solbakken hvør dugur er í honum.

Kringvarpið ynskir Brandi hjartaliga til lukku við steypasigrinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762