Badminton 11 heiðursmerkir í Danish junior open

Badminton 11 heiðursmerkir í Danish junior open
Ungir badmintonleikarar kláraðu seg sera væl í Danish junior open um vikuskiftið
 
19.05.2015 - 09:21

Um vikuskiftið var føroyska ungdómslandsliðið í badminton í kapping í Danmark, sum eitur Danish Junior Open.

Úrtøkan var góð, føroysku leikararnir komu heim aftur við ellivu heiðursmerkjum. Føroyar vunnu fimm gull, tríggjar silvur og tríggjar bronsur.

Formaðurin í badmintonsambandinum, Erik Engelbrecht Thomsen er ovurfegin um góðu úrslitini

- Okkara hava kappast móti leikarum úr Danmark, Týsklandi, Svøríki og Íslandi. Vit vunnu fýra av fimm gull í U-13 bólkinum, so framtíðin er bjørt fyri føroyskt badminton, sigur Erik Engelbrecht Thomsen.

U13 A-bólkurin:

Einmansleikur: Ari Nandi, gull

Tvímansleikur menn: Ari Nandi / Rúni Øster, gull

Tvímansleikur kvinnur: Adhya Nandi / Lena Maria Joensen, gull

Blandaður tvímansleikur: Ari Nandi / Adhya Nandi, gull og silvur til Rúna Øster og Lenu Mariu Joensen

U-15 A-bólkurin:

Einmansleikur menn: Dann Fróðason, gull og Bárður á Reynatrøð, silvur

Einmansleikur kvinnur: Mona Rasmusdóttir, bronsu

Tvímansleikur kvinnur: Mona Rasmusdóttir / Sissal Thomsen, bronsu

U17 A-bólkurin:

Tvímansleikur kvinnur: Gunnva Jacobsen / Elin Mattsson, silvur

Blandaður tvímansleikur: Rógvi Ziskason / Gunnva Jacobsen, bronsu

U17 E-Bólkurin:

Einmansleikur menn: Bartal Poulsen, bronsu

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483